FM stríðið er tvíkapping millum EB/Streym og ÍF. Tí er einki at siga til, at tað er serligt fokus á hesum báðum liðunum. Felags fyri tey bæði er, at tey í dag eiga heimavøll, og at tey mugu roknast sum upplagdir favorittar ímóti KÍ og NSÍ.
Felags fyri toppliðini er, at tey nógvu tey seinastu umførini hava verið rættuliga støðug. Burtursæð frá 1-1 javnleikinum ímóti júst EB/Streymi so hevur ÍF vunnið fulla úrtøku átta ferðir á rað. EB/Streymur er níggju tær seinastu ferðirnar farið ósigrað av vøllinum.
EB/Streymur er tvey stig frammanfyri ÍF. Bæði liðini hava vunnið fjúrtan ferðir. EB/Streymur hevur tvær ferðir meiri enn ÍF verið partur av javnleikum, og tað eru hesi bæði stigini, sum nú eru munurin millum toppliðini. Fuglfirðingar eiga betri málmun enn EB/Streymur, og tað kann fara at vísa seg at vera avgerandi, um teir í Sundalagnum eina ferð í endaspurtinum ikki vinna fulla úrtøku, og um ÍF vinnur allar fýra dystirnar, sum eru eftir at spæla.
Í gjárkvøldið gjørdist tað hagtalsliga greitt, at FC Suðuroy næsta kappingarár skal spæla í næstbestu deildini. TB og B68 kappast framvegis um at sleppa undan hinum niðurflytingarplássinum. 07 Vestur og AB fara í 2013 at spæla í bestu deildini.
Veðurvánirnar siga, at vindurin fer at minka seinnapartin, at hitin verður millum 6 og 10 stig, og at tað verður ælaveður.
Í gjár:
B36-FC Suðuroy 3-1 (1-1)
Í dag:
ÍF-NSÍ: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00
TB-Víkingur: Rúni Gaardbo kl. 15.00
HB-B68: Dagfinn Forná kl. 15.00
EB/Streymur-KÍ: Lars Múller kl. 15.00
Støðan
EB/Streymur 48
ÍF 46
KÍ 41
Víkingur 40
HB 35
B36 33
NSÍ 30
TB 20
B68 20
FC Suðuroy 9
B36 og FC Suðuroy hava spælt 24 dystir, og hini liðini hava spælt 23 dystir.