EB/Streymur hevur leingi verið favorittur at vinna meistaraheitið, men við javnleikinum móti KÍ í gjár, so er tað ikki longur upp til felagsliðið at gerast meistarar. Við sigri á NSÍ hevur ÍF nú yvirtikið oddasessin við eini betri málúrtøku.
Við Margáir skulu tey nokk eisini vera glað fyri, at KÍ ikki fór avstað við øllum tá samanumkom. Andy Olsen, Johan Jacobsen, Páll Klettskarð og Hjalgrím Elttør høvdu allir møguleikar at leggja KÍ á odda í seinna hálveiki.
Eitt álop – eitt mál
Tað gekk ikki so mikið sum ein minuttir, so hevði Arnbjørn Hansen lagt EB/Streym á odda. Alt var sum tað plagar. Bólturin kemur innfyri og har er Arnbjørn Hansen fyrstur á og skorar. Einki nýtt í tí.
Løtu seinni mundi verið bæði 2-0 og 3-0 til EB/Streym, men brádliga fær dysturin eina vend. KÍ kemur fyri seg og tekur yvir. Sjáldan er vandamikið frammanfyri Andras Gango í KÍ málinum, meðan René Torgarð í EB/Streymi málinum hevði úr at gera.
Fleiri ferðir kemur KÍ í góðar álopsstøður og millum annað Páll Klettskarð er nær minst tvær ferðir.
Seinastu løtuna hevur KÍ alt spælið og mundu verða vónsviknir av at vera aftanfyri, tá Lars Muller bríkslaði fyri seinastu ferð í fyrra hálvleiki.
Kí trýstið gevur úrslit
Áhaldandi trýstið frá KÍ gav úrslit tólv minuttir inn í seinna hálvleik. Málið kom eftir at EB/Streymur hevði ein møguleika í hinum endanum. So gekk skjótt. KÍ fór í mótálop og Páll Klettskarð varð spældur leysur. Rene Tórgarð kom út í móti og fekk vart fyri í fyrstu atløgu. Bólturin endaði hjá Andy Olsen, sum trilla bóltin í tóma málið til 1-1.
Bara fimm minuttir seinni kom Andy Olsen í eina líknandi støðu, men hesa ferð fór bólturin í síðunetið.
Seinastu løtuna høvdu bæði liðini góðar møguleikar at avgera dystin. Arnbjørn Hansen royndi seg úr spískum, men skotið endaði omanfyri málið. Í hinum endanum var tað fyrst Johan Jacobsen, sum prikaði eitt flatt innlegg í síðunetið og í evstu løtu fekk Hjalgrím Elttør ein góðan møguelika at avgerða dystin, men ein EB/Streyma verjuleikari tveitti seg fyri og blokeraði skotinum.
EB/Streymur
mist oddasessin
Í Sundalagnum hava tey leingi verið oddalið, men nú bara trý umfør eru eftir, so hevur ÍF yvirhálað felagsliðið. Liðini hava eins nógv stig, men ÍF hevur eina málúrtøku, ið er níggju mál betri. Tað er óhugsandi, at EB/Streymur megnar at hála níggju mál inn á ÍF, sum má metast at hava eitt vet lættari dystir eftir samanlagt.
Dysturin um bronsuna verður helst avgjødur í Sarpugerði í næstseinasta umfarinum, tá Víkingur tekur móti KÍ.
- - -
Meistarastríðið:
25. umfar: B68 - ÍF : Víkingur - EB/Streymur
26. umfar: B68 - EB/Str. : FC Suðuroy - ÍF
27. umfar: ÍF - HB : EB/Streymur - NSÍ










