EB/Streymur lyfti seg upp um Víking

Tað var tætt og spennandi í Leirvík, men tá ið avtornaði, vóru tað gestirnir úr Sundalagnum, sum fóru avstað við øllum stigunum.

Jan Poulsen legði heimaliðið framum í 6. minutti, og tveir minuttir svaraði EB/Streymur aftur. Málskjútti var Teitur Joensen.

Álopsspælarin Teitur Joensen gjørdist dagsins maður hjá gestunum, tí fýra minuttir fyri hálvleik skoraði hann sigursmálið til 2-1.

Eftir 8 umfør er EB/Streymur á 5. plássi við 12 stigum, og Víkingur er á 6. plássi við 10 stigum.