EB/Streymur loypti hvøkk á

EB/Streymur hevur nú av álvara víst øllum, at liðið hevur nakað at bjóða, og at uppflytararnir kunnu vera vandamiklir. Hetta kunnu klaksvíkingar sanna, nú KÍ tapti 4-0 á Norðoyarstevnu

 

Fótbóltur


Júst sum tey flestu hildu, at Tomislav Sivic hevði fingið gongd á hjá KÍ verða teir sendir av vøllinum á Djúpumýri við einum eyðmýkjandi stórtapi móti uppflytarunum úr Sundalagnum.

4-0 gjørdist endaliga úrslitið, og mong fingu ein lítlan hvøkk, tá tey hoyrdu, at EB/Streymur hevði fingið sín næsta sigur til høldar í hesum kappingarárinum. Felagsliðið hevur fleiri ferðir í ár víst, at teir hava nakað í umbúna, men ein so greiður sigur á KÍ var ikki væntandi.

EB/Streymur hevði eitt verjukent útgangsstøði við nógvum fólki aftanfyri bóltin á egnari hálvu. KÍ spældi hinvegin álopsfótbólt burturav og sendi nógv fólk frameftir. Hetta vórðu teir tó revsaðir fyri.


Góður kontrafótbóltur

EB/Streymur hevði eina greiða ætlan fyri dystin, og klóka leikætlanin hjá Bergi Magnussen var fremsta orsøkin til sigurin. Fyri tað fyrsta skuldi málið verjast væl, men so skjótt bólturin varð vunnin, settu teir vandamikil skjótálop í gongd, og teir herjaðu á KÍ málið við fleiri monnum. Nógv fólk fór við niðan á KÍ hálvuna, tá EB/Streymur søkti at málinum.

Henda ætlanin eydnaðist avbera væl.

Longu í fyrra hálvleiki førdi EB/Streymur við tveimum málum. Útiliðið legði fyri, tá Andrias Dahl sendi innum verjuna til Eyðfinn Joensen, sum kom stormandi móti málinum. Hann sendi bóltin í netið til 1-0.

Garvaði maðurin í álopinum hjá EB/Streymi, Jón Sigurð Gleðisheygg, skeyt tvey av málunum sunnudagin. Fyrra málið skeyt hann fyri steðgin, tá Sorin Anghel spældi hann frían. Í fyrstu atløgu hevði KÍ verjan fótin fyri, men bólturin sprakk aftur til Jón Sigurð, sum sendi í netið til hálvleikstøðuna 2-0.

KÍ gjørdi fleiri broytingar í hálveikinum. Allan Joensen og Aleksander Djordjevic, sum báðir vóru hálvskaddir komu á vøllin. KÍ spældi nú við tveimum framherjum og tveimum álopskendum miðvallarum.

Tað eydnaðist tó ikki at koma innaftur í dystin. Hinvegin var tað útiliðið, sum fekk enn fleiri mál.

Jón Sigurð Gleðisheygg økti til 3-0. Sorin Anghel royndi seg við skoti, men málverjin hálvbjargaði, og Jón Sigurð fylgdi upp og setti í netið.

Seinasta málið skeyt rumenin Sorin Anghel. Eyðfinn Joensen spældi Sorin til vinstru í brotsteiginum, og hann langði til. Skotið rakti báðar stengurnar, áðrenn tað endaði í netinum.

Tá KÍ hevði framt allar sínar útskiftingar, noyddist Allan Joensen av vøllinum aftur vegna vøddaskaða í lærinum. Hetta hevði við sær, at KÍ spældi við tíggju monnum seinasta hálva tíman.

Tað var nú heldur EB/Streymur, sum kundi skotið fleiri mál, heldur enn at KÍ kundi minka um munin.

Gunnar á Steig, sum fyrr hevur vart málið hjá KÍ, men sum nú spælir við EB/Streymi, spældi ein sera góðan dyst. Hann hevði óivað okkurt at vísa sínum kenningum í Klaksvík.

EB/Streymur hevur nógv gott frá hesum dystinum. Hetta er tann fyrsti dysturin, har verjan hevur megnað at hildið málið reint, og liðið hevur ikki skotið so nógv mál í einum dysti í 1. deild fyrr. Spennandi verður at síggja, hvussu teir fara at standa seg móti HB komandi vikuskifti.

Lat tað vera sagt fyri seinastu ferð. EB/Streymur er als ikki fremsti kandidaturin at flyta niður úr bestu deildini.


KÍ ? EB/Streymur 0?4 (0-2)

0-1: Eyðfinn Joensen

0-2: Jón Sigurð Gleðisheygg

0-3: Jón Sigurð Gleðisheygg

0-4: Sorin Anghel