Fótbóltskappingarárið nærkast fyri hvønn dag sum gongur, og tað merkist úti kring feløgini, har arbeitt verður bæði á og uttanfyri vøllin. Við Margáir í Streymnesi hevur EB/Streymur seinastu dagarnar gjørt sáttmála fólk uttaneftir og heimafólk í Jonhardi Frederiksberg og Poul Grunnveit Olsen.
Í dag boðar felagið frá, at ein av lyklaleikarunum, málverjin René Tórgarð, eisini umboðar felagið í 2012. René Tórgarð kom til EB/Streym í 2005, tá táverandi fyrstimálverjin Gunnar á Steig gjørdist álvarsliga skaddur og sleit hælsinuna. Fram til í dag hevur málverjin, sambært Faroesoccer, vart málið 186 dystir.
- Nevndin í EB/Streymi er serstakliga glað um, at tað eydnaðist at leingja sáttmálan við René við enn einum ári, tí hann hevur við sínum eginleikum sum málmaður serlig evnir at avgera dystir, stendur skrivað á heimasíðuni hjá EB/Streym.
René Tórgarð er 32 ára gamal, hevur spælt tríggjar landsdystir og hevur áður umboðað AB og B36. Hann varð kosin ársins málverji í táverandi Vodafonedeildini í fjør.
Mynd: eb-streymur.fo (Forkvinnan í EB/Streymi, Anvør Zachariasen og René Tórgarð taka lógvatak eftir at sáttmálin fyri 2012 er undirskrivaður)