EB/Streymur og HB hava gjørt eina leigu avtalu sum inniber at 19 ára gamli Niklas T. Kruse er aftur í barndómsfelagnum.
Les eisini: EB/Streymur fær styrk úr HB
- Niklas er ein sera skjótur og farligur áleypari. Í fjør valdi hann at royna eydnuna í HB, har fekk hann fýra dystir fyri betsa liðið. Tveir í Betri deildini og tveir í steypakappingini, og í hesum fýra dystunum fekk hann trý mál. Niklas hevur, áðrenn hann fór til HB, spælt 18 dystir fyri besta liðið hjá okkum og skorað átta mál, skrivar EB/Streymur á heimasíðuni.
EB/Streymur spælir sunnudagin móti NSÍ í 1. umfari í Betri deildini hjá monnum 2019.