EB/Streymur-ÍF 2-2 (2-1)
Nógv fólk hevði leitað sær út á Mølina til seinasta heimadystin hjá EB/Streymi hetta kappingarárið. Í øllum førum var talan um seinasta heimadystin, um úrslitini lagaðu seg eftir vild, tí undan dystinum hevði ÍF framvegis møguleika at hótta EB/Streym við sessinum, sum bert gevur rættindi til at spæla um uppflytingarsess.
Tað vardi tó ikki leingi, so hevði heimaliðið gjørt gestunum so púrasta greitt, at her nyttaði einki at koma eftir nøkrum sum helst. Innan tíggju teir fyrstu minuttirnar hevði Erling Joensen í ÍF málinum tvær ferðir verið inni í meskunum eftir bóltunum, og í báðum førum var tað Jákup Martin Joensen, sum við dundurskotum sendi bóltin í kassan.
Fyrstu ferð var eftir uppspæl í høgru. Bólturin kom út frá, og av brotsteigarmarkinum smekkaði Jákup Martin til.
Seinna málið kom eftir uppspæl úr vinstru, og málverjin hevði ikki ein livandi møguleika, tá skotið small ytst við stólpan.
Líkt var nú til, at dysturin at kalla var avgjørdur, og tað átti hann eisini av røttum at verið. Fuglfirðingarnir tóktust so at siga allan fyrra hálvleik at hugsa um alt annað enn fótbólt. Skeldaðust innanhýsis og spældu ikki sum eitt lið, meðan heimaliðið hinvegin fylgdi øllum fótbóltsforskriftum. Kempaðu væl, bakkaðu hvønn annan upp, spældu seg fram til møguleikar. Ja, snøgt sagt gjørdu teir alt annað enn at skorað.
Fleiri ferðir varð talan um heilt stórar møguleikar, og beint fyri steðgin vórðu teir eisini revsaðir fyri væntandi neyvleikan.
Jón Sigurd Gleðisheygg er annars mest kendur fyri máltevið, men hesu ferð var tað tó í egið net, at hann sendi bóltin. Upprunin var eitt væl skotið, skrúvandi hornaspark, sum varð sent inn úr høgra verjuborði.
Sålarliga mundi hetta kennast sum dyggur smeitur hjá heimaliðnum, og tða liðini komu út til seinna hálvleik, var sjónligt, at hetta eisini hevði gjørt mun hjá fuglfirðingum.
Nú royndu teir at spæla fótbólt, heldur enn at sparka, og skjótt gav hetta eisini úrslit í góðum málmøguleikum. Ein av hesum endaði við, at Hergeir Eldevig tætt inni undir málinum kundi skjóta fuglfirðingar upp á javnt, og so kom av álvara lív í dystin.
Fram til tað restaði eitt korter av dystinum, hildu geistirnar áfram at trýsta, og hóast heimaliðið so avgjørt eisini hevði sínar møguleikar, so var útisigurin nærri enn heimasigurin. Einu ferðina kiksaðu teir so at siga av mállinjuni, og nærri enn tí sama komu teir ikki.
Seiansta korterið fall ÍF í grøvina at royna seg við longum bóltum niðan á EB/Streym hálvuna, og so lætti trýstið. Uttan veruliga at vera í vanda seinasta korterið, kundu spælararnir sostatt fegnast um nývunna heitið sum fyrstudeildarlið, eftir eitt kappingarár, har teir so at siga alla tíðina hava verið á odda.
Spennandi íkast
Fleiri hava undrast á, hvussu tað ber til, at eitt lið, sum seinnu árini hevur hildið til í botninum, brádliga kann vinna dieldina.
Verður hugt at liðnum í dag, tykist spurnginurin heldur vera, hví liðið hevur verið í botninum seinnu árini.
Talan er um fleiri evnaríkar ungar leikarar, sum í nógvum førum hava sýnt, at teir væl eru førir fyri at spæla góðan fótbólt.
Um hett er nóg mikið, tá ferðin fer nakað uppeftir í fremstu deildini, er ilt at siga, men líkt er tó til, at EB/Streymur kann gerast eitt spennandi og frískligt íkast til bestu deildina komandi ár.
EB/Streymur-ÍF 2-2 (2-1)
1-0: Jákup Martin Joensen
2-0: Jákup Martin Joensen
2-1: Sjálvmál
2-2: Hergeir Eldevig