EB/Streymur hongur í

EB/Streymur og trúføstu viðhaldsfólk teirra eru á veg av Sandi og til hús við trivaligum 4-0 sigri.

Øll málini vórðu skorað í 2. hálvleiki. Fyrst skoraði Hans Pauli Samuelsen tvey mál, og síðani var tað toppskjúttin í Vodafonedeildini, Arnbjørn Hansen, sum skoraði tvær ferðir.

Í síðsta umfari eigur EB/Streym heimavøll ímóti B68. EB/Streymur er trý stig aftanfyri HB. Um EB/Streymur skal vinna FM, so skal tað laga seg soleiðis, at teir í Sundalagnum vinna fulla úrtøku, og at B36 vinnur ímóti HB.

Um tað verður soleiðis, so fara HB og EB/Streymur at vera jøvn í stigum, men teir í Sundalagnum hava betri málmun.

 

-----------

 

85 min.

0-4

Arnbjørn Hansen hevur umsett brotsspark til mál. Dómarin bríkslaði, eftir at Arnbjørn Hansen varð feldur.

 

-------

 

80 min.

0-3

Tíggju minuttir undan leikloki hevur toppskjúttin Arnbjørn Hansen økt um leiðsluna, eftir at innskifti Sorin Anghel hevði spælt hann leysan. Sorin vann bóltin av B71, sum ætlaði sær í álop.

 

----

 

65 min.

0-2

Alt bendir á, at tað fer at eydnast EB/Streymi at vinna fulla úrtøku á Sandi. Hans Pauli Samuelsen hevur skorað eina ferð aftrat og er harvið tvífaldur málskjútti.

 

---------

 

60 min.

0-1

 

Stutt eftir steðgin eydnaðist tað EB/Streymi at fáa hol á. Málskjútti var síðuspælarin í vinstru, Hans Pauli Samuelsen, sum av brotsteigarmarkinum snildisliga sendi bóltin framvið Predrag Markovic í B71 málinum.

 

---------

 

Hálvleikur

0-0

EB/Streymur hevur verið leikliga omaná, men tað eydnaðist teimum ikki at skjóta mál.

 

---

 

Nú hálvur tími er farin, er støðan á Sandi framvegis málleysur javnleikur.

Líkindini at spæla fótbólt eru góð á Sandi, har tað bæði er turt og ræpttuliga stilt.

EB/Streymur hevur verið greitt omaná higartil, og teir hava havt møguleikar, men tað er framvegis málleyst.