EB/Streymur hevur stovnað nýtt felag

Nýggja limafelagið, sum eis­ini eitur EB/Streymur, skal yv­ir­taka øll rættindi og allar skyld­ur hjá felagsdeildini EB/Streymur, sum EB og Streym­ur hava havt í felag síð­ani 1993.

Á fundi í kvøld vóru um 100 fólk møtt upp at seta á stovn nýtt limafelag, sum skal standa fyri rakstrinum av EB/Streymi. Sostatt fer EB/Streymur í sínum gamla líki í søguna, men kortini heldur fram sum nýtt lim­a­fel­ag við sama navni.

Frammanundan var EB­/­Streym­ur heit­ið á fel­ags­deild­ini, fót­bólts­feløgini EB og Streymur hava havt í 1993, og sum hevur tikið sær av fót­bólt­i­num hjá feløgunum báð­um. Men nú er EB/Streymur lim­a­felag, skipað á sama hátt sum flestu ítróttarfeløg kring land­ið.

Í innbjóðingini til fundin stóð millum annað, at »øllum kunn­ugt hevur verið nakað av turbulensi kring EB/Strey­m í seinastuni. Hetta ger tað upp aftur meira neyð­ugt, at øll í økinum standa sam­an um felag okkara, so vit kunnu koma styrkt burt­ur úr støðuni.«

Fyri at laga EB/Streym til fram­tíðina, varð eitt nýtt lima­fel­ag hildið at vera besta loysnin, so tað kundi taka sær av rakstrinum av EB­/Streymi. Nýggja felagið yv­ir­tekur øll rættindi og all­ar skyldur hjá gomlu fel­ags­deild­ini EB/Streymur.

Nevndin í EB/Streymi er nú henda: Rólant Højsted, for­maður, Anvør Zachariasen, næst­for­mað­ur, Signar í Homr­um, skriv­ari, In­g­olf Jo­en­sen, kassa­meist­ari, og Guðr­un Ejdesgaard, nevnd­ar­limu­r. Til­takslimir eru Una Højsted og Sjúrður Vest­ur­dal Nielsen.

Flestu av hesum fólkum hava annaðhvørt sitið í nevnd ella verið knýtt at EB/Streymi sum álitisfólk á yms­um økjum, so hóast EB/Streym­ur nú er umskipað til lim­a­felag, eru tað stórt sæð somu fólk, ið sita við borðendan í nýggja felag­num.