Høgni Madsen er nýggjur spælari í EB/Streymi. Felagið hevur leitað eftir einum manni at ganga á odda á miðvøllinum og í gjár kunngjørdi heimasíðan hjá felagnum, at avtala er gjørd við Høgna Madsen fyri 2014.
Les eisini: - Leita eftir einum nýggjum Ronnie Samuelsen
Formaðurin í felagnum, Sigvald Zachariasen, segði fyrr í vikuni, at felagið leitaði eftir einum generali til miðvøllin – einum núggjum Ronnie Samuelsen. Sosialurin og in.fo skrivaðu fyrr í vikuni, at Høgni Madsen var ein møguleiki hjá EB/Streymi.
Høgni Madsen er í holt við útbúgving uttanlands, men verður heima ein stóran part av kappingarárinum.
- Eg fái lesiferiu longu 5. maj og havi summarferiu fram til 1. september. So havi eg hugsa tankan at spæla meðan eg eri heima, segði Høgni Madsen við Sosialin fyrr í vikuni.
Høgni er tvey tey farnu kappingarárinum blivin nummar tvey í landskapingini við ÍF. Avtalan við EB/Streym er galdandi fyri 2014.










