EB/Streymur fekk Manchester City

EB/Streymur fekk sítt dreymalutakast, tá UEFA-Cup lutakastið vár á skránni.

EB/Streymur skal nevnliga royna seg móti sjálvasta Manchester City, sum kom við í kappingina umvegis serligu Fair-Play skipanina.

 

Og eisini í B36 kunnu tey vera heilt væl nøgd við lutakastið. B36 skal nevnliga spæla móti danska Brøndby.