Sunnudagin verður fyrsta umfar í Betri-deildini hjá monnum. Enn kunnu feløgini innlima spælarar í hópin og líkt er til, at EB/Streymur fær tilgongd úr HB.
Talan er um Niklas Kruse, sum skifti til HB úr júst EB/Streymi fyri tveimum árum síðani. Skjóti vongurin hevur ikki megnað at vunnið sær pláss á besta liðnum, meðan EB/Streymur hevur brúk fyri øllum góðum kreftum í ár.
Sum skilst, so meginparturin av avtaluni komin upp á pláss og helst verður tað kunngjørt ein av komandi døgunum. HB hevur undan hesum kappingarárinum fingið Pætur Petersen í hópin. Hann kom úr júst EB/Streymi.
EB/Streymur skal í fyrsta umfari spæla móti NSÍ í Runavík. Drúgv upptakt verður á FM1 fríggjadagin frá klokkan 15 til 17.