Tað er stórur fagnaður á EB/Streyma spælarum og stuðlum, sum um lítla løtu fáa Løgmanssteypið handað frá Jóannesi Eidesgaard, løgmanni.
EB/Streymur hevur fyri fyrstu ferð vunnið steypakappingina. Úrslitið móti HB var 4-3, eftir at EB/Streymur var á odda 3-0, tá ið 20 minuttir vóru farnir og helt leiðsluna, inntil tað restaði eitt lítið korter.
Tá hevði HB leingi átt takið, og EB/Streyma málverjin René Tórgarð hevði verið framúr stinnur.
Men EB/Streymur helt tørn, og hóast veðrið ikki er av tí besta, so er sannur veitslurómur millum tey úr Sundalagnum og har á leið.