EB/Streymur er nýtt oddalið

10. leikumfar er av og fleiri broytingar eru at síggja á stigatalvuni. Víkingur hevur mist oddasessin, eftir at teir ikki megnaðu meiri enn at fáa javnt í móti B68 á Toftum, samstundis sum EB/Streymur koppaði TB í Trongisvági.

 

HB er nýtt lið á triðja plássi eftir stórsigurin á KÍ. Í botninum eru eisini broytingar, tí NSÍ hevur við sigrinum á FC Suðuroy vunnið seg upp um B68, tí runavíkingar hava betrið málúrtøku enn toftamenn.

 

Dagsins úrslit vóru annars hesi.

 

TB – EB/Streymur 0-3 (0-3)

0-1: Leif Niclasen

0-2: Leif Niclasen

0-3: Leif Niclasen

 

B68 – Víkingur 1-1 (1-0)

1-0: Jónleif Højgaard

1-1: Lasse Qvist

 

FC Suðuroy – NSÍ 0-2 (0-1)

0-1: Klæmint A. Olsen (brotsspark)

0-2: Jann Martin Mortensen

 

HB – KÍ 5-0 (3-0)

1-0: Fróði Benjaminsen (brotsspark)

2-0: Jógvan Skeel Nolsøe

3-0: Rógvi Holm

4-0: Símun Samuelsen

5-0: Kristian R. Mouritsen

 

ÍF – B36 1-1 (0-1)

0-1: Bárður Olsen

1-1: Clayton Soares.

 

Støðan eftir 10. leikumfar:

1. EB/Streymur 21

2. Víkingur 20

3. HB 18

4. ÍF 17

5. KÍ 15

6. B36 14

7. TB 12

8. NSÍ 10

9. B68 10

10. FC Suðuroy 2