EB/Streymur er nú skipað sum limafelag

Nýggja limafelagið, sum eisini eitur EB/Streymur, skal yvirtaka øll rættindi og allar skyldur hjá felagsdeildini EB/Streymur, sum EB og Streymur hava havt í felag síðani 1993. Á fundi í kvøld vóru um 100 fólk møtt upp at seta á stovn nýtt limafelag, sum skal standa fyri rakstrinum av EB/Streymi. Sostatt fer EB/Streymur í sínum gamla líki í søguna, men kortini heldur fram sum nýtt limafelag við sama navni.

 

Frammanundan var EB/Streymur heitið á felagsdeildini, fótbóltsfeløgini EB og Streymur hava havt í 1993, og sum hevur tikið sær av fótbóltinum hjá feløgunum báðum. Men nú er EB/Streymur limafelag, skipað á sama hátt sum flestu ítróttarfeløg kring landið.

 

Í innbjóðingini til fundin stóð millum annað, at »øllum kunnugt hevur verið nakað av turbulensi kring EB/Streym í seinastuni. Hetta ger tað upp aftur meira neyðugt, at øll í økinum standa saman um felag okkara, so vit kunnu koma styrkt burtur úr støðuni.«

 

Somu fólkini

Fyri at laga EB/Streym til framtíðina, varð eitt nýtt limafelag hildið at vera besta loysnin, so tað kundi taka sær av rakstrinum av EB/Streymi. Nýggja felagið yvirtekur øll rættindi og allar skyldur hjá gomlu felagsdeildini EB/Streymur.

 

Nevndin í EB/Streymi er nú henda: Rólant Højsted, formaður, Anvør Zachariasen, næstformaður, Signar í Homrum, skrivari, Ingolf Joensen, kassameistari, og Guðrun Ejdesgaard, nevndarlimur. Tiltakslimir eru Una Højsted og Sjúrður Vesturdal Nielsen.

 

Flestu av hesum fólkum hava annaðhvørt sitið í nevnd ella verið knýtt at EB/Streymi sum álitisfólk á ymsum økjum, so hóast EB/Streymur nú er umskipað til limafelag, eru tað stórt sæð somu fólk, ið sita við borðendan í nýggja felagnum.