Síðsta mikukvøld fekk Skála sín fyrsta sigur í landskappingini ímóti FS Vágum, men ímóti EB/Streymi á Mølini sunnudagin gjørdist tað aftur til eitt tap. Hetta var ein dystur, sum hevði ómetaliga stóran týdning fyri, hvussu stigatalvan í niðaru hálvu lagar seg.
EB/Streymur hevur við sigrinum bitið seg fast í miðjuna av stigatalvuni, men við einum tapi hevði EB/Streymur verið drigið við í niðurflytingarstríðið. Skála kundi við einum sigri fingið samband við eitt nú EB/Streym.
Gert fyri aðru ferð
Gert Hansen er nýggjur á liðnum hjá EB/Streymi. Hann spælir í verjuni, og mikukvøldið fekk hann sítt fyrsta mál í 1. deild, tá hann skoraði útjavnandi málið móti VB. Sunnudagin endurtók hann bragdið, tá hann legði EB/Streym framum, tá góður hálvur tími varð spældur.
Tað var Sorin Anghel, sum sendi eitt fríspark innfyri úr høgra borði, og staddur heilt inni í málteiginum leyp Gert Hansen upp ímillum tvey verjuleikarar. Hann fekk stýrt bóltin í netið til 1-0.
Tað gekk annars javnt á fyri steðgin, og hvørki av liðunum høvdu greiða yvirvág. Tó skapti EB/Streymur fleiri málmøguleikar.
Skála tekur yvir
Skála hevði nú ryggin móti múrinum, men skálamenn fingu yvirvág eftir steðgin og skaptu fleiri málmøguleikar.
Landsliðsframherjin Jónhard Frederiksberg hevði tann størsta møguleikan, tá hann stutt inn í seinna hálvleik skallaði á tvørstongina. Hann kundi ótarnaður leypa upp og seta høvdið á eitt innlegg frá Alexandar Jovevic tætt undir málinum. Hann skuldi havt skorað, men hepnið var ikki við útiliðnum.
Skála vísti seg serliga at vera vandamikið í luftspælinum, og fleiri ferðir vóru teir nær við.
Útiliðið sendi nógv fólk fram á hina hálvuna, og hetta gav EB/Streymi møguleikan í skjótálopum. Ta einu ferðina var Ronnie Samuelsen nær við at skora. Hann gjørdist leysur, men skotið fór á stongina.
Marek fær seinasta orðið
Tá ein minuttur var eftir á klokkuni, fekk heimaliðið málið, sum avgjørdi dystin. Dómarin metti, at skálamálverjin Eugen Voda hevði verið uttanfyri brotsteigin við bóltinum, og hann dømdi fríspark.
Hetta vóru skálamenn sera misnøgdir við, og tað vísti seg eisini at vera banahøggið hjá Skála. Marek Viersbicki hevur eitt gott skot, og hann sendi bóltin beinleiðis í netið.
Skála fer nú í summarfrí á aftasta plássi, men EB/Streymur hevur framvegis ein dyst eftir, sum verður mikukvøldið ímóti B68 á útivølli.
EB/Streymur-Skála 2-0 (1-0)
1-0: Gert Hansen
2-0: Marek Viersbicki
EB/Streymur: Gunnar á Steig - Hallur Jacobsen, Egil á Bø, Gert Hansen, Eyðfinnur Joensen - Bárður Olsen (Esmar Eiðisgarð), Marek Viersbicki, Ronnie Samuelsen, Marni Djurhuus, Hans Pauli Samuelsen (Teitur Joensen) - Sorin Anghel (Jákup Martin Joensen)
Skála: Eugen Voda - Dusan Jaic, Arnhold Berg (Janus Trúgvason), Agnar Højgaard, Marius Joensen - Hanus Thorleifsson, Pauli G. Hansen, Alexandar Jovevic, Iulian Florescu - Bogi Gregersen (Aleksandur Johansen, Jónhard Frederiksberg (Jógvan Martin Hansen)