Upptakt
Uppmøtingin til fótbóltsvenjingina hjá EB/Streymi hevur verið góð í ár. Spælararnir tykjast vera væl fyri, og eftir fyrsta sigurin á útivølli nakrantíð í bestu deildini, sigur tað seg sjálvt, at lagið hevur verið sera gott, síðani sigurin í Miðvági.
Hesa ferð tekur EB/Streymur ímóti B68. Liðini hava eina ferð áður hittst í bestu deildini. Tá endaði tað við javnleiki. Í Miðvági var pólverjin, Andrzej Pacek fyri fyrstu ferð í verjuni hjá EB/Streymi. Ta ferðina varð hann skaddur í lærinum. Síðani hevur hann ikki vant saman við hinum, og tað er greitt, at hann verður ikki við ímóti B68.
Hjá B68 eru allir spælararnir tøkir. Jan C. Dam noyddist at fara av vøllinum, tá B68 hevði vitjan av sandoyingum. Veteranurin hevði trupulleikar við lærkrikanum, men hann vandi saman við hinum hóskvøldið og verður við á Eiði.
Jan Petersen legðist sjúkur leygardagin í síðstu viku, og hann noyddist at geva avboð til dystin ímóti B71. Ta ferðina kom Marlon Jorge inn á vongverjan í høgru. Nú er Jan tøkur aftur, og so er tað upp til venjaran at gera av, hvussu hann setur liðið saman. Ein spurningur, sum hann skal taka støðu til, er um Marcello Marcellino hesa ferð skal vera ímillum teir fyrstu ellivu, og hvør skal út á beinkin at sita, um brasiliumaðurin verður í álopinum.