Tað er um tað mundið, at fólk av Eiði og har um leiðir verða forvand við oddadystir. EB/Streymur hevur fyrsta triðingin av kappingarárinum hildið seg frammi á oddasessinum, og mánadagin verður enn ein av stóru royndunum í so máta.
Hesa ferð er tað B36, sum kemur á vitjan, og tað kann væl gerast ein uppgerð, ið verður eins trupul, sum hon ið liðið spældi seinasta vikuskifti móti HB. Ikki minst eftir góða úrslitið hjá B36 í Klaksvík.
Eru væl fyri
Hjá heimaliðnum eru mest sum allir mans tøkir. Tað er tó ivasamt, um evnaríki Arnbjørn Hansen er tøkur. Eftir at hann seinasta sunnudag skeyt annað av málum hjá EB/Streymi móti HB noyddist hann av vøllinum við skaða í lærkrikanum, og hesin skaðin hevur enn hug at arga nakað. Hartil er Leif Niclasen enn ikki komin fyri seg.
Hinvegin styrkir tað um liðið, at Ronnie Samuelsen nú er um at koma heilt fyri seg aftur. Eftir at hava ligið í songini í góða viku, kom víkarmaðurin á vøllin og gjørdist málskjútti móti HB, og einki er at ivast í, at hann er tendraður, nú fyrrverandi liðfelagarnir úr B36 standa sum mótstøðulið.
Fara eftir øllum
Hjá B36 tykist hópurin eisini at vera so hampuliga væl fyri. Hóast liðið enn má vera Fróða Benjaminsen, Inga Højsted og Berg Midjord fyriuttan, so er tað eitt stórt pluss, at Jákup Mikkelsen og Mikkjal Thomassen nú aftur eru tøkir eftir leikbann.
- Vit fara so til Eiðis eftir øllum trimum stigunum. Sigurin í Klaksvík gav eitt stórt skump rætta vegin. Hóast okkum restaðu fýra landsliðsspælarar og Mikkjal Thomassen, so megnaðu vit at koppa KÍ-liðnum, og tað sigur avgjørt nakað um breiddina í hópinum, sigur B36-liðskiparin, Klæmint Matras undan dystinum.
Klæmint sjálvur hevur annars spælt á miðvøllinum seinastu dystirnar, nú so nógv frávera hevur verið, og tað er ikki óhugsandi, at hann eisini fer at røkja hetta plássið á Eiði.