EB/Streymur aftur í Effo-deildini

1.deild: Felagsliðið er aftur í bestu deildini

EB/Streymur hevur í dag tryggjað sær pláss í bestu deildini komandi kappingarár. Felagsliðið hevur saman við 07 Vestur verið suverent næst bestu deildini.

 

Les eisini: Ljóðsamrøða við Arnar Dam

 

EB/Streymur spældi í dag á Sandi móti B71. Tað endaði við 2-1 sigri til EB/Streym, eftir at B71 faktiskt legði seg á odda longu aftaná sjey minuttir. Tað var Patrick Toh, ið legði heimamenninar á odda.

 

Hejtan hjá sundalagsmonnum bleiv bara 17 ára gamli Niklas T. Kruse. Fyrst javnaði hann bara fimm minuttir seinni, áðrenn hann miðskeiðis í fyrra hálvleiki skoraði tað, sum vísti seg at verða avgerandi málið.

 

Les eisini: Ljóðsamrøða við Olgar Danielsen

 

Við sigrinum tryggjaði EB/Streymur sær sæti í bestu deildini komandi kappingarár. Helst verður 07 Vestur hitt felagið, ið flytur upp. Teir skulu bara hava stig, ella FC Suðuroy skal missa stig, so er uppflytingin tryggjað.

 

Aðrastaðni vann Giza Hoyvík 4-1 í grannauppgeðrini á HB, KÍ vann greitt 5-1 á AB, Víkingur vann eitt sindur óvæntað 3-2 á NSÍ í evstu løtu, meðan FC Suðuroy í gjár vann 2-1 á 07 Vestur.

 

1.deild menn:

Í gjár:

FC Suðuroy – 07 Vestur 2-1

 

Í dag:

HB – Giza Hoyvík 1-4

AB – KÍ 1-5

NSÍ – Víkingur 2-3

B71 – EB/Streymur 1-2