EB/Streymari til HB

Havnar Bóltfelag hevur í dag gjørt avtalu við spælara úr EB/Streymi

In.fo og Sosialurin hava í longri tíð sett Levi Hanssen í samband við HB. Í dag er greitt, at Levi Hanssen skiftir til HB. Partarnir hava gjørt ein eitt ára sáttmála.

 

Levi Hanssen hevur seinastu trý árini spælt við EB/Streymi. Í 2010 spældi hann fyri júst HB, tá felagið vann meistaraheitið. Hann hevur eisini spælt við B36 og Skála.

 

Levi Hanssen er keyptur inn sum avloysari fyri Bárð Olsen, sum hevur skift til AB. Levi Hanssen er ikki sama týpa av spælara sum Bárður, men kann røkja uppgávur á miðvøllinum og á vonginum.

 

Úr HB verður sagt, at hetta er tað seinasta broytingin, sum HB ger í hópinum til komandi ár. Gleðin var stór, tá Fróði Benjaminsen í gjár skrivaði sáttmála fyri 2014.

 

Tað einasta HB hevur áhuga í nú er ein framherji. Kemur rætti framherjin fyri rætta prísin, so verður HB ein framherja ríkari, men fyribils ger HB ikki meiri við hópin til komandi kappingarár.

Víkingur og EB/Streymur vóru tvey feløgunum, sum hava víst Levi áhuga.