EB/Streymari til 07 Vestur

07 Vestur hevur tryggja sær ein miðvallara til seinnu hálvu av kappingini í 1.deild. Talan er um Brian Olsen, sum annars hevur spælt við EB/Streymi.

 

Tað skrivar heimasíðan hjá 07 Vestur í kvøld. Brian Olsen er 26 ára gamal og spælir á miðvøllinum. Hann hevur eisini spælt á føroyska A-landsliðnum móti Litava og Fraklandi í 2009. Avtalan er galdandi fyri alla seinnu hálvu av kappingin.

 

07 Vestur liggur nummar tvey í 1.deild við 37 stigum. Tað er tvey færri enn AB, sum liggur á odda.