EB/Steymur rakti tónan í aðalroyndini

Liðini sum skulu spæla steypafinalu á summarfestivalinum í Klaksvík dystaðust við Margáir leygarkvøldið. Tað gekk so syngjandi hjá EB/Streymi

Fuglfirðingar mugu leita sær troyst í, at ein ring aðalroynd ofta gevur eina góða premieru. Hesari vónini kunnu fuglfirðingar so liva í til tann 6. august, tá teir skulu takast við EB/Streym aftur í steypafinaluni, sum verður spæld á summarfestivalinum. Tað einasta sum sang hjá fuglfirðingum var netið í málinum, tað syrgdi sundalagsmenn fyri á trimum sinnum. Í fyrra hálvleiki var tó nær við, at fuglfirðingar komu á lagið. ÍF var leikliga omaná ein stóran part av fyrra hálvleiki, og høvdu fuglfirðingar góðar møguleikar, men í teimum avgerandi løtunum frammanfyri málið, vóru fuglfirðingar ikki nóg neyvir. EB/Streymur satsaði uppá mótálop, og hesi góvu eisini felagsliðnum nakrar góðar royndir í fyrra hálvleiki, men Jákup Mikkesen í ÍF-málinum stóð væl.

Mál í mótálopi
Fimm minuttir undan steðginum eydnaðist tað sundalagsmonnum at fanga ÍF í einum mótálopi. Gudmund Nielsen var síðstur á bóltinum, og hann fekk Sundalagið og stevnuhýrin á Sundalagsstevnu at kóka við sínum máli til 1-0. Tað gingu bert nakrir fáir minuttir av seinna hálvleiki, so høvdu sundalagsmenn aftur fanga ÍF á skeiva beininum. Hesaferð var tað málrevurin, Arnbjørn Hansen sum fekk netmeskarnar hjá ÍF at syngja. ÍF kom ikki leikliga fyri seg aftur aftaná 2-0 málið hjá EB/Streymi. Sundalagsmenn vóru skjótari, skilabetri, avgjørdari og hugflogsríkari í seinna hálvleiki, og tí var einki at siga til, at teir vunnu stórsigur. Stórsigurin var staðfestur av einum “da capo” hjá Arnbirni Hansen. ÍF var í seinna hálvleiki ikki at kenna aftur, um sammett verður við avrikið í seinnu hálvfinaluni, sum týskvøldið var ímóti Víkingi í Sarpugerði. EB/Streymur hevur funnið tónan á tí heimliga pallinum, áðrenn teir skulu út á altjóða pallin í Europa League, og so seinni á tann serliga pallin á summarfestivalin. Tað mest harmiliga hjá ÍF leygarkvøldið var tó, at økslin hjá Alexander Jovovic fór úr lið, og hann verður tí neyvan at síggja aftur á leikvøllum í fyrru hálvu av landskappingini.