EB/S miðjar eftir fimta plássinum

Fyri fyrstu ferð fara heimaáskoðararnir hjá KÍ at síggja Jacob Bymar í týdningarmiklari uppgerð

UPPTAKT

EB/Streymur verður gestur í Klaksvík í morgin. Í fjør vann KÍ 3?1 á heimavølli ímóti EB/Streymi, men tann uppgerðin er ivaleyst nógv meiri kámað í huganum á fótbóltsspentu klaksvíkingunum, enn tann í fyrraárið, tá ið teir í Sundalagnum í ? sum klaksvíkingar minnast tað ? skandaludystinum á norðoyastevnu vunnu 4?0.
Gestirnir í Klaksvík í morgin hava higartil staðið seg betri, enn teir nakrantíð áður hava gjørt í bestu deildini. Teir eru á sætta plássinum, og um teir fáa fult í morgin, so fara teir at lyfta seg upp um KÍ, sum í løtuni er á fimta plássinum.
? Vit halda okkum hava nógv at spæla fyri. At tað síðsta sunnudag eydnaðist fyri aðru ferð í ár at vinna á B36, sum var oddalið, sigur okkum, at vit hava møguleika ímóti øllum hinum liðunum eisini. Nú hava vit møguleika at enda omanfyri miðstrikuna, og tí møguleikanum ætla vit at arbeiða fyri, siga teir í EB/Streymi.
Sorin Anghel hevur havt smávegir trupulleikar í vikuni, men tað verður heilt víst roknað við, at hann verður í álopinum í morgin. Allir hinir spælararnir eru tøkir, eisini Marni Djurhuus, sum var leikbannaður, tá ið B36 var á Mølini.

Grind og Noreg
Ein tann uppgerðin, sum klaksvíkingar hava verið best nøgdir við í ár, var tann, tá ið teir í triðja umfarinum vunnu 1?0 á Mølini á Eiði. Fyri KÍ kendist tað sum stórt vónbrot, at teir ikki megnaðu at vinna í Vági. Harvið má roknast við, at møguleikin fyri at vera við í stríðnum um gullið og Europa Cup plássini næsta ár er burtur.
Í gjár nýttu nógvir norðoyingar tíðina til at taka grind upp í. Samstundis varð dúgliga prátað um Europa Cup ferðina hjá KÍ til Noregs í næstu viku. Farið verður týskvøldið, dysturin í Molde verður hóskvøldið, og teir koma aftur fríggjamorgunin.
Innímillum grindina og ferðina til Noregs skulu teir í Klaksvík savna hugsanirnar um stríðið ímóti EB/Streymi í morgin. Tá fer nýggi álopsspælarin, Jacob Bymar, at spæla fyri fyrstu ferð í Klaksvík. Hann hevur verið við í venjingardysti í Leirvík, í ólavsøkudysti ímóti HB og í landskappingardysti í Vági, og nú skal hann altso royna seg í landskappingardysti á heimavølli.
Allir spælararnir, sum vóru við í Vági, eru tøkir. Í hesi vikuni hevur Allan Joensen, sum leingi hevur verið skaðaplágaður, og sum hevur vant millum lítið og einki í tveir mánaðir, aftur verið á vøllinum.