Hesa ferð gekk tað soleiðis, sum tað varð roknað við. Fýra tey ovastu vunnu sínar dystir. NSÍ og GÍ, sum nú eru nummar fimm og seks, taptu, og gongdin seinastu vikurnar hevur verið staðfesting av, at tey bæði Eysturoyar liðini, sum leingi vóru við í oddastríðnum, síðani summarsteðgin so rudduliga hava meldað seg fyrst burturúr FM stríðnum og síðani burtur úr stríðnum um heiðursmerkini.
NSÍ hevur einki stig fingið burturúr fýra teimum seinastu umførunum, og GÍ hevur ikki vunnið síðani 14. juni, tá ið gøtumenn vunnu 2-1 í Gundadali móti HB. Tá varð GÍ roknað sum gott boð upp á at verða meistaralið. Síðani hevur GÍ í átta dystum fingið fimm stig. Tá er dysturin móti ÍF ikki roknaður uppí. Hann verður jú spældur umaftur í kvøld.
Eingin skal kanna sær bitan, áðrenn hann er svølgdur, plagar at verða tikið til. Hetta er ikki minst galdandi í fótbólti. Hóast úrslitini tær seinastu ferðirnar hava verið júst soleiðis, sum tað kundi roknast við, so er tað framvegis hugsandi, at óvæntað úrslit fara at vísa seg, nú tað verður farið undir seinastu fimm umførini.
Spurningurin er ikki um men nær
Men nú skal tað meiri enn góður vilji til at ímynda sær nakað annað, enn at EB/Streymur fer at verða meistari. Óroynd lið plaga at fáa gummibein, sum tað verður nevnt, tá ið FM heitið er so tætt undir borðinum, sum tað nú er tað hjá oddaliðnum. Men soleiðis er tað als ikki hjá EB/Streymi. Evnaríku menninir hava framvegis bara fokus á einum dysti í senn. Í annaðkvøld fara at teir at spæla fjórðingsfinalu í steypakappingini, og so fara teir at hugsa um landskappingardystin næsta vikuskifti.
Tað eru fimm stig frá EB/Streymi og aftur til B36, og tað eru sjey stig frá EB/Streymi og aftur til HB á triðja plássi. Eingin ivi kann vera um, at EB/Streymur eftir 27 umfør fer at vera ovari á talvuni enn HB. Tað skal ganga EB/Streymi verri enn HB í trimum av teimum fimm umførunum, sum eru eftir, um HB skal taka seg framum EB/Streym. Tað fer HB ikki at megna.
B36 er fimm stig aftanfyri EB/Streym. Tað vil siga, at í tveimum av teimum fimm umførunum, sum eru eftir, skal tað roynast betri hjá B36, enn tað skal gera hjá EB/Streymi, um meistaraliðið frá í fjør aftur í ár skal verða best.
Sannlíkið fyri at hetta skal koma fyri er sjálvandi størri, enn tað er fyri, at HB skal taka EB/Streym. At sannlíkið tó ikki er serliga stórt verður staðfest, tá ið hugt verður eftir, hvussu skráin hjá teimum trimum oddaliðunum sær út.
EB/Streymur: Skála (h), B68 (ú), GÍ (h), ÍF (ú) og KÍ (h).
B36: ÍF (ú), HB (ú), NSÍ (ú), Skála (h) og GÍ (ú).
HB: KÍ (h), B36 (h), VB/Sumba (h), B68 (ú) og ÍF (h).
Skála vísti mánakvøldið á heimavølli móti NSÍ, at teir ikki eru at kimsa at. Men skálamenn mugu finna seg í, at tað verður EB/Streymur, sum verður favorittur, tá ið Skála sunnudagin fer norður til Eiðis. Talvan sigur eisini, at EB/Streymur verður stórur favorittur, tá ið oddaliðið annan sunnudag fer út á Toftir.
Og um tað tær báðu næstu ferðirnar fer at eydnast EB/Streymi at fáa fulla úrtøku, so lúrir møguleikin fyri, at tað longu sunnudagin 24. september og trý umfør undan kappingarenda verður greitt, at EB/Streymur hevur vunnið FM fyri fyrstu ferð.
Hetta verður so at siga støðan, um tað fer at enda við javnleiki ella HB-sigri, tá ið HB og B36 annan sunnudag fara at bresta saman í Gundadali, og um EB/Streymur vinnur bæði móti Skála og B68.
Sjálvandi ynskja teir í EB/Streymi at fáa FM heitið innanborða so skjótt, sum tað ber til. Um tað ikki fer at eydnast sunnudagin 24. september, so fara teir sjálvandi einki at hava ímóti, at tað verður vunnið á heimavøllinum á Mølini, tá ið GÍ fer at vitja har norðuri sunnudagin 1. oktober.
Undir øllum umstøðum er tað lítið, sum talar fyri, at FM heitið fer at standa upp á spæl, tá ið oddaliðið í tveimum teimum síðstu umførunum fer at spæla í Fuglafirði og á heimavølli móti KÍ, og harvið fara síðstu umførini ikki at verða so intens og spennandi, sum tey vóru tað í fjør, tá ið B36 tryggjaði sær FM heitið í síðstu minuttunum í síðsta umfarinum.