East Salmon fingið góðkenning

Fyrsta fiskavirkið í Føroyum fingið góðkenning av innaneftirlitsskipanini á virkinum

East Salmon Fuglafjørður bjóðar til handanina av góðkenningini av innaneftirlitinum á virkinum í Fuglafirði kl. 10. Tað verður Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, sum handar góðkenningarskjalið.
Í dag, hósdagin hin 19. desember 2002, veitir Heilsufrøðiliga starvsstov-an ta fyrstu góðkenningina av eini innaneftirlitsskipan á einum fiskavirki í Føroyum. Góðkenningin verður veitt til East Salmon Fuglafjørður, sum framleiðir portiónir úr alilaksi. Vørurnar verða seldar beinleiðis til detailsølu og catering/stórkøkar.
Góðkenningin er gjøgnumførd sum skoðan av innaneftirlitsskipanin og við uppfylgingum. Teir manglar, sum vóru staðfestir í innaneftirlits-skipanini, eru fingnir í rættlag. Góðkenningin er ein álitisváttan til East Salmon Fuglafjørður, um at virkið er ført fyri at skipa arbeiðið og loysa trupulleikarnar í framleiðsluni viðvíkjandi matvørutrygd. Góðkenningin verður veitt eftir gott og mennandi samstarv við leiðsluna á virkinum.
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur skrivað góðkenningarskjalið bæði á føroyskum og á enskum, soleiðis at virkið kann nýta tað beinleiðis í sínum samskifti við kundarnar.
Innaneftirlitsskipanir eru krav til matvøruframleiðandi virkir í Føroyum sambært kunngerð 114/2001. Krøvini eru í samsvari við galdandi ES direktiv á økinum. Skipanin skal vera við til at tryggja, at framleidda vøran ikki er heilsuskaðilig, og at virkið hevur gott heilsufrøðiligt arbeiðslag. Samstundis skal skipanin eisini skjalprógva arbeiðið á virkinum. T.d. skal virkið kunna fara aftur til ávísar arbeiðsdagar og vísa á, hvussu viðurskiftini vóru.
Fyri einstaka virki, herundir East Salmon Fuglafjørður, merkir ein góðkend innaneftirlitsskipan, at virkið yvirfyri Heilsufrøðiligu starvsstovuni hevur prógvað, at virkið innanfyri sínar egnu karmar klárar at stýra sínari fram-leiðslu innanfyri gott heilsufrøðiligt arbeiðslag.
East Salmon Fuglafjørður sigur, at góðkenningin hevur alstóran týdning fyri virkið og fer at nýta hetta í sølufremjandi tiltøkum. Hetta er ein viðurkenning av tí arbeiði, vit hava gjørt á virkinum, samstundis sum at hetta eisini stillar krøv til okkara.
Hendan fyrsta góðkenningin er ein liður í, at innaneftirlitsskipanirnar á øllum matvøruframleiðandi virkum, skulu góðkennast av Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Talan er um umleið 50 fiskavirkir; 18 verksmiðjuskip; og 10 virkir, sum framleiða til heimamarknaðin.
Heilsufrøðiliga starvsstovan og East Salmon Fuglafjørður.