Earth Divide vann tungmálmskríggið

Wacken Metal Battle Føroyar varð hildið í Sjónleikarhúsinum í Havn í gjárkvøldið, vinnari gjørdist Earth Divide.

Wacken Metal Battle Føroyar varð hildið í Sjónleikarhúsinum í Havn í gjárkvøldið, vinnari gjørdist Earth Divide.


Hóast fleiri av bólkunum spældu serstkliga væl, so var tað lítil ivi millum teir áskoðararnar, ið in.fo tosaði við, um at Earth Divide hevði munin.

Bólkurin er royndur og hevur tikið seg nógv fram seinastu árini. Frammanundan vóru teir skýrdir favorittar, ein leiklut, ið teir altso livdu upp til.

Earth Divide skal nú umboða Føroyar á Wacken Open Air festivalinum um mánaðaskiftið juli/august, har altjóða finalan verður hildin.