Earth Divide var av fleiri mettur sum ein av favorittunum til sigurin í Wacken Metal Battle í fjør, og hesin leiklutur er ikki minnið í ár, nú hvørki Hamferð ella Sic kappast við.
Earth Divide hava verið við í kappingini báðar undanfarnu kappingar, og eru vorðnir munandi royndari, bæði sum konsertbólkur og av at hava spælt inn sína debutfløgu. Teir eru nú við á triða sinnið.
Teir eru royndasti bólkurin ið er við í kappingini í ár, og hava eisini royndir uttan fyri Føroyar, eftir at teir síðsta summar vóru á Ferðini Til Heljar, harteir spældu fleiri konsertir í Íslandi og Føroyum, m.a. spældu teir á Eistnaflug festivalinum.
Frammanundan er greitt at Reduced to Ash og Iron Lungs verða millum bólkarnar, ið fara at kappast á Wacken Metal Battle Føroyar í Sjónleikarhúsinum leygarkvøldið.
Teir báðir seinastu bólkarnir verða kunngjørdir í kvøld, 4.Mars.