Hetta vikuskiftið vitjar bólkurin Eager to Please aftur í Suðuroy. Seinast bólkurin vitjaði í Suðuroy, varð hann sera væl móttikin og tískil er aftur lagt upp til tvey festlig kvøld, tá ið bólkurin vendir aftur til Thomsens.
Fríggjakvøldið 1. august vera teir í pubbini og leygarkvøldið 2. august á Seglloftinum.