Eager to please á stórari útlendskari útvarpssrás

Sangurin ?Two Timin´ Lady? hjá føroyska rokk-bólkinum Eager to Please kann nú hoyrast á stóru tónleikarásini Podshow.

Umframt at spæla sangin umtalar verturin bæði bólkin og Føroyar.

 

Sendingin Adam Curry´s Daily Source Code hevur umleið 500.000 lurtarar og verður á heimasíðuni lýst sum ein sjálvbjargin rødd, ein avbjóðing móti mainstream fjølmiðlunum og sum ein góður partur av pop-tech mentanini.

Verturin Adam Curry rannsakar allan heimin fyri at finna besta nýggja tónleikin og hæddarpunkt. Við hansara smartu og beinraknu viðmerkingum gerst hetta til eina feita sending hvønn morgun.

 

Sendingin kann hoyrast á heimasíðuni www.podshow.com.

Fyri at finna sendingina, fert tú Adam Curry´s Podcast og leitar eftir DSC-714-2008-01-25