Eager to Please framførdi á Tjóðpallinum fyri góðum tíma síðan, men umhvørvið hóskaði als ikki til framførsluna Rokkutti bólkurin, Eager to Please, fór á tjóðarpallin fyri góðan hálvan tíma síðan. Fyri tað fyrsta var konsertin seinkað í ein hálvan tíma, og fólk fóru at ótolnast.
Tá ljóðið var komið á rætta pláss, gekk ein løta, áðrenn ótolnið hjá áskoðarunum varð skift við svingandi beinum og klappum í takt við tónleikin.
Tónleikurin var fínur, men hóskaði als ikki til lítla hølið. Fólk sótu niðri, og ber tískil ikki til at nýta tónleikin, sum hann átti at vera nýttur. Eitt dansigólv, teir og gott lag hevði uttan iva verið tað, ið skuldi til.
Eager to Please fingu eitt skeivt umhvørvi at framføra í, og tí eydnaðist framførslan ikki. Eg hevði tó verið fyrst á dansigólvinum, um teir vóru í einum líknandi dansistaði sum REX.