E-sport: Johan hevur vunnið 15 milliónir í ár

Lukas Rossander og Johan Sundstein eru millum teir spælarar, ið hava tjent mest í 2018

2018 hevur verið eitt gott ár hjá e-sport stjørnunum Lukas Rossander og Johan Sundstein, ið báðir hava ættarbond til Føroyar. Báðir tveir hava nevniliga tjent fleiri milliónir krónur upp á at luttaka í ymiskum kappingum í 2018.


Sambært heimasíðuni Esportsearning, ið upplýsir hvat ymiskir íðkarar hava vunnið í teimum ymisku kappingunum, so er Johan Sundstein tann íðkarin, ið hevur tjent næstflest pengar í 2018. Einans finnin Jesse Vainikka hevur vunnið meira.


Tilsamans hevur 25 ára gamli Johan Sundstein vunnið umleið 15 milliónir krónur fyri at luttaka í 10 kappingum í Dota2, meðan finnin hevur vunnið 15,1 milliónir krónur.


Tað er tó ikki bara í ár, at tað hevur loyst seg hjá Johan Sundstein at kappast í e-sport. Í fjør vann hann umleið 2,6 milliónir krónur og hevur hann tilsamans vunnið 24,4 milliónir krónur í 101 kappingum tey 9 árini, ið hann hevur kappast í e-sport.


Lukas Rossander er partur av danska CS:GO liðnum Astralis, ið danskir miðlar hava hildið eitt gott eyga við, nú teir í 2018 hava staðfest sína støðu sum nógv tað besta CS-liðið í heiminum.


Um vikuskiftið vunnu teir sína tíggjunda kapping í ár og tað sæst aftur í bankabókunum hjá limunum. Esportsearning upplýsir at Lukas Rossander hevur vunnið umleið 4,8 milliónir krónur í ár í teimum 18 kappingunum, ið hann hevur luttikið í. Tað er nokk til eitt 18. pláss á listanum yvir íðkarar, ið hava tjent mest í 2018.


Eins og Johan Sundstein hevur Lukas Rossander kappast í e-sport í 9 árini og hevur hann vunnið tilsamans 7,6 milliónir krónur í hesum tíðarskeiðinum.