Býarbókasavnið í Havn hevur í morgin framløgu av fleiri nýggjum nettænastum, sum nú verða veittar.
Talan er um e-bøkur, netljóðbøkur og netfilmar.
Samstundis fyllir Býarbókasavnið 45 ár, og tað verður sjálvandi hildið við at bjóða teimum vitjandi køkur, eins og fleiri tiltøk verða á skránni.