Bogi Mortensen
Vágs Bóltfelag
Fyri at fáa ymiskar misskiljingar av vegnum, hava vit hesar viðmerkingar til omanfyri nevnda dyst.
Tann 10. desember 2000 umleið kl. 09.10 ringdi umboð fyri Tjaldur til umboð fyri hondbóltin hjá VB og segði frá, at 1. deild kvinnur ikki komu til Vágs at spæla hendan dystin, tí veðrið var ov rngt. Tá tey ringdu, vóru tey stødd á Skipanesi.
Samstundis vóru gentur 10 hjá m.ø. Tjaldri á veg norður við Smyrli eftir at hava spæla hondbólt í Vági leygardagin, 9. desembe2000.
Tá VB seinni spurdi kappingarnevndina, hvussu bleiv við hesum dysti, varð sagt, at VB vann dystin við málmuninum 0-0. Hetta varð eisini staðfest í yvirlitinum yvir støðuna í 1. deild hjá kvinnum.
Hetta kundu vit ikki góðtaka. Tí hetta kom at ávirka málmunin hjá VB umframt toppskoraralistan. Hesin er sostatt ikki fullfíggjaður fyri kappingarárið 2000/01.
Harumframt framførdu vit sambært grein 8.6, at VB átti rætt til endurgjald fyri at missa henda heimadyst, og sambært grein 6.9 at Tjaldur skuldi missa rætt til heimadyst í returdystinum. Við tað at fyrri dysturin longu var spældur í grundspælinum í Runavík, kravdu vit at fáa báðar dystirnar í endaspælinum spældar í Vági. Um hetta ikki var gjørligt, kravdu vit rætt til heimadyst í steypakappingini, hóast vit høvdu trekt Tjaldri á útivølli.
Vit fingu at vita frá kappingarnevnd og dómsnevnd, at vit ikki fingu viðhald í hesum. Grundspæl, endaspæl og steypakapping eru hvør sínar kappingar, er niðurstøðan hjá HSF. Hetta hóast bæði stig, mál, málskorarar, reyð kort v.m. verða flutt frá grundspæli til endaspæl. VB avgreiddi sostatt bæði sín dyst í steypakapping og sín dyst í endaspælinum í Runavík.
Eftir seinasta leikumfar ? fýra mánaðir eftir omanfyri nevnda dyst ? er hesin aftur vorðin áhugaverdur. Hetta tí hesin er avgerandi fyri, hvør ið flytur niður í aðru deild.
Og nú er tað VB, ið skal avgera, hvør í flytur niður.
VB hevur onga støðu til, hvør í skal flyta niður. Men tað skal gerast heilt greitt, at VB ikki kann góðtaka at spæla ein dyst, ið HSF hevur tikið avgerð um og samstundis gera Sóljuna til tapara. Hetta skilja øll ? eisini Tjaldur.