Tað tykist eingin ivi vera um, at tað verða Stjørnan, Neistin og VB, sum fara við teimum trimum ovastu plássunum í grundspælinum í Sunset-kappingini. Hinvegin er spurningurin um fjórða sessin í endaspælinum púrasta opin. StÍF hevur her fyrimunin, tí tær í Vági vunnu ein sera óvæntaðan sigur. Kyndil megnaði hin vegin ein óvæntaðan javnleik móti Neistanum, og so hava liðini bæði ein javnleik í fyrra innan hýsis dystinum.
Tí stendur og fellur spurningurin um eitt endaspæl í ovaru ella niðaru hálvu við dystinum í Havn sunnudagin.