Hondbóltur
Tað líkist kanska meira enn nøkrum øðrum einum silvurdysti, tá Kyndil hóskvøldið leggur leiðina inn á Skála, har StÍF tekur ímóti.
Liðini bæði eru ávíkavist nummar tvey og trý í landskappingini, og at líta til er tað tí næstbesta heiðursmerkið, sum spælt verður um.
Stóri spurningurin í hesum sambandi tykist vera, hvørt StÍF megnar at reisa seg aftur, eftir at teir um vikuskiftið vórðu avhølvaðir í Vestmanna.
Kyndil tykist hinvegin at vera sera væl fyri í løtuni, og frá fleiri siðum verður mett, at teir tykjast mest seriøsi sambiðilin hjá VÍF til meistaraheitið.
Samstundis tykist tað tó eisini púra vist, at um Kyndil skal koma nær VÍF á stigatalvuni, so er kravið ein sigur inni á Skála í kvøld.