Sætta árið á rað skal StÍF spæla steypafinalu, og triða árið á rað er tað VÍF, sum er mótstøðuliðið.
Bæði í fjør og í fyrraárið vann StÍF finaludystin, og saman við hagtølunum annars gevur hetta uttan iva strandingum ein sálarligan fyrimun.
Veteranurin hjá VÍF, Ingi Olsen, ásannar eisini, at hjá teimum ræður tað fyrst og fremst um at vera klárir í høvdinum.
- Eg haldi, at vit hava eitt sterkari lið enn teir, men á tí mentala økinum eru teir helst sterkari enn vit, sigur Ingi í samrøðu við Sosialin.
Ein útsøgn, sum helst eisini sigur heilt nógv um, hvør munurin á liðunum kann verða.