Dysturin móti Ukraina verður í Litava

Hondbóltslandsliðið: Kríggið í Ukraina ger, at landsdysturin móti Føroyum verður spældur í Litava

Tað er nú greitt, at EM-undankappingardysturin millum Ukraina og Føroyar verður spældur í Vilnius í Litava, sunnudagin tann 10. November, skrivar Hondbóltssambandið.

 

Síðani kríggj brast á í Ukraina, hava ukrainar verið noyddir til at spæla teirra heimadystir uttanlands. Hetta er enn galdandi. Tí verður dysturin millum Ukraina og Føroyar spældur í Avia Solutions Group Arena í Vilnius.

 

Talan verður um tveir dystir í høllini hendan dagin, tí Litava og Norðurmakedonia spæla eisini tá. Fyrst skulu Føroyar møta Kosovo á heimavølli í Høllini á Hálsi, mikudagin tann 6. november klokkan 19.00.