Dysturin millum Slovan Bratislava og KÍ verður ikki spældur

Kravið frá farsóttarnevndini er púra greitt: Annaðhvørt fara slovakisku spælararnir í 14 dagar sóttarhald ella skulu teir av aftur landinum við sama flogfari, sum teir komu við.

Tað eru greiðu boðini, sum teir hava fingið, eftir at tað varð stafest, at ein persónur í ferðalagnum var testaður positivur fyri koronuvirus.

Slovakisku spælararnir hava verið í Klaksvík í dag, og teir hava eisini vant á vøllinum í Djúpumýru. Men nú er greitt, at dysturin verður ikki spældur í morgin, og tað merkir helst, at KÍ hevur vunnið dystin.

UEFA hevur sett síðstu freist fyri at fáa dystin frá hondini at vera fríggjadagin. Tí er tað í løtuni nógv, sum bendir á, at KÍ í næstu viku skal til Sveis at spæla í øðrum innleiðandi umfari í Champions League.

 

Endalig boð hesum viðvíkjandi vera at frætta tíðliga í morgin, varð upplýst í Degi og viku í kvøld.