2. deild
Líkindini vóru sera stak vánalig, tá LÍF og KÍ spældu í Leirvík leygardagin. Hetta ávirkaði dystin nógv, og tað var lítið fótbóltsspæl at síggja.
Bæði liðini royndu at flyta bóltin á liðnum, men umstøðurnar vóru heilt einfalt ikki til tað. Hetta ávirkaði ikki minst vitjandi liðið, sum hevði nógvar kvikar bóltspælarar á liðnum. Heimaliðið dugdi betri at spæla í ringa veðrinum og hála vøllinum, og teir vunnu eisini uppiborið dystin.
LÍF hevði vindin undan fyrstu trý korterini, og tað gjørdi, at nógv av spælinum gekk fyri seg á KÍ-hálvuni. KÍ kláraði tó at skapa vanda í skjótum mótálopum, og meira enn einaferð vóru teir um at sleppa avgerandi ígjøgnum verjuna hjá leirvíkingum.
LÍF legði nógvar inn í brotsteigin hjá KÍ í fyrra hálvleiki, men tað var sjáldan at veruligur vandi stóðst av hesum. KÍ-verjan kláraði fyri tað mesta at rudda burtur, hóast onkrar støður endaði við hornaspørkum.
Stutta løtu fyri hálvleikssteðgin eydnaðist heimaliðnum at koma fram um. Hetta hendi eftir álop í høgru síðu, bólturin endaði úti í vinstru, og tá hann varð sendur inn fyri málið aftur, stútaði ein púra leysur Bárður Heinason bóltin í málið.
Tveir útvístir
Í seinna hálvleiki hevði KÍ undanvind, men hetta hevði ikki við sær tað stóra trýstið á LÍF-málið, sum roknast kundi við. KÍ-liðið kláraði ikki at seta seg avgerandi á miðvøllin og trýsta spælið fram, og tí var LÍF væl við í seinna hálvleiki.
KÍ kláraði ikki at spæla seg til stórar kjansir, og tað tóktist sum tað var eingin friður á spælinum hjá gestunum. Teir høvdu ov stóran skund, og tað endaði við skotum langt úti frá og nógvum høpisleysum sendingum. Vánaliga veðrið var eisini ein meinbogi fyri nøkrum skilagóðum spæli.
LÍF økti til 2-0, tá Erik Lervig sendi eitt fríspark inn fyri málið. Um ætlanin var at senda beinleiðis í málið var ivasamt, men bólturin sigldi omanfyri málverjan og í handara síðunet.
KÍ royndi at koma afturíaftur, men framvegis kláraði liðið ikki at skapa kjansir.
Móti endanum av dystinum fingu tveir KÍ-spælarar reyð kort. Fyrst Erling Fles og síðani innskifti Rúni Elttør vóru sendir av vøllinum áðrenn tíð.
Dysturin hevði við sær, at LÍF slapp sær fram um KÍ, og nú eru tað klaksvíkingar sum liggja á næstaftasta plássinum í deildini.
LÍF-KÍ 2-0 (1-0)
1-0: Bárður Heinason
2-0: Erik Lervig