Skála-VB
Skálamenn ætla sær sunnudagin at fáa nøkur stig aftur á kontoina. Seinastu trý leikumførini hevur Skála, sum annars leingi lá á odda í bestu deildini, onki fingið burturúr, men tann gongdin skal vendast í dystinum sunnudagin, verður sagt av Skála.
Florescu við aftur
Tá ið Skála mikukvøldið noyddist at lúta 1-4 fyri HB í Havn, var tað ikki av teirri orsøk, at skálamenn vóru niðurspældir. Nei, Skála hevði sanniliga sínar møguleikar, men trupulleikin hjá teimum var, at teir kendu ikki vitjunartíðina. Ein av skarprættarunum hjá Skála, Bogi Gregersen, sigur, at teir eru væl fyri til dystin sunnudagin. - Mikukvøldið manglaðu vit bara Julian Florescu, ið var leikbannaður, men hann er við aftur nú, og eingin annar er skaddur ella leikbannaður, so tað sær bara heilt hampuligt út, heldur Bogi Gregersen.
Kviki framherjin sigur, at nú ber ikki til longur hjá Skála at halda fram við at tapa, og dysturin sunnudagin skal vinnast, sigur hann. - Vit hava tapt tríggjar dystir á rað, og tað er nóg mikið. Sunnudagin eru vit á heimavølli, og tá skulu vit hava trý stig, sigur Bogi Gregersen.
Stuttligast í ovara hálvu
Venjarin hjá VB, Hans Nielsen, er nøgdur við støðuna hjá vágbingum í løtuni. - Tað er á góðari leið, men vinna vit dystin sunnudagin, taka vit triðjaplássið frá skálamonnum, og tað hevur frálíkt, sigur hann og leggur afturat, at tað altið er stuttligast í ovara hálvu. Hans Nielsen sigur tó, at skulu vágbingar gera sær nakrar sum helst vónir um at vinna dystin, so er neyðugt at allir mans geva seg 120 prosent og stríðast fyri sakini, tí annars fara vit tómhentir suðuraftur, heldur VB-venjarin. - Kappingin er sera tøtt, og øll liðini eru svong eftir stigum, sigur Hans Nielsen.
Vágbingar noyðast at verða Dan Djurhuus fyriuttan, tí at hann fekk reyða kortið í dystinum móti NSÍ vesturi á Eiðinum í Vági mikukvøldið. Allir hinir menninir hjá vágbingum eru tó tøkir til dystin, so tað sær bara hampuligt út, heldur Hans Nielsen.
Tá ið VB og Skála hittust í Vági fyrr í ár, endaði tað við einum málleysum javnleiki.