Tað stendur so illa til við fólki hjá Lillestrøm, at ætlaði venjingardysturin ímóti Start sunnudagin helst verður avlýstur. Sambært venjaranum hjá Lillestrøm er støðan so ring, at liðið bara hevur sjey mans tøkar í løtuni, og tí klára teir ikki at manna lið til dystin sunnudagin. Endaliga avgerðin um dystin er ikki tikin, men Start er farið at leita eftir einum øðrum liði at spæla ímóti sunnudagin.