Dystur hjá Inga avlýstur

Ingi Højsted og hinir spælararnir á eykaliðnum hjá Birmingham skuldu í kvøld spæla ímóti eykaliðnum há Newcastle, men fyrr í dag varð dysturin avlystur. Orsøkin var, at vøllurin á Kingston Park, har dysturin skuldi spælast, er frystur. Nú verður ein nýggjur dagur funnin til hendan dystin. Næsti dysturin hjá eykaliðnum hjá Birmingham verður tí næsta mánadag, tá ið Ingi og teir skulu spæla ímóti eykaliðnum hjá Liverpool.