Dystirnir sjey minuttir seinkaðir

Dystir í øllum deildum í Onglandi byrja sjey minuttir seinkaðir hetta vikuskiftið í sambandi við 25 ára haldið fyri Hillsborough vanlukkuni.

Dystir í øllum deildum í Onglandi byrja sjey minuttir seinkaðir hetta vikuskiftið í sambandi við 25 ára haldið fyri Hillsborough vanlukkuni.

 

Tað skrivar BBC Sports.

 

Dystirnir umfata hálvfinaluna leygardagin á Wembley millum Arsenal og Wigan, sum byrjar klokkan 17.07.

 

Sunnudagin møtast Liverpool og Manchester City á Anfield klokkan 13.37.

 

Seinkingarnar umfata átta tær ovastu deildirnar í Onglandi, FA Cup'ina og walisisku Premier League. Eisini verður tøgn í ein minutt áðrenn dystirnar, sum byrjar seks minuttir eftir uppruna byrjan.

 

Hálsturrikløð frá øllum feløgum í fýra teimum ovastu deildunum skapa nummarið, 96, á Anfield sum eitt tekin um samanhald, og viðhaldsfólk fara at skapa eitt mosaik til heiðurs fyri tey deyðu.

 

Tað var 15. apríl í 1989 í byrjanini av hálvfinaluni millum Liverpool og Nottingham Forest, at pláss á vøllinum Hillsborough í Sheffield knappliga brotnaði undan fólki, og tað endaði við, at 96 Liverpool viðhaldsfólk mistu lívið, og hundraðtals onnur vórðu skadd.