Dystir um jóltíðir kunnu avgera

Manchester United endurnýggja sítt vinarlag við Roy Keane, tá teir dystast móti einum Sunderland liði, ið skavar eftir stigum - eins og seyður ein frostbitnan dag, eftir grasi ? til tess at sleppa undan niðurflyting.

Oddaliðið Arsenal vænta onga jólagávu tá teir fara á vitjan hjá Portsmouth, hóast teir eru stórfavorittar, Birmingham og Middlesbrough eru í væntu ein ?seks stigara?, meðan Derby hava eina møtumikla uppgávu, tá teir eru vertir fyri stórliðnum Liverpool.

 

Myndar kappingarárið

Strævna dystarskráin um halguna er ofta við til at mynda kappingarárið. Hetta er ofta tíðin, ið er mest avgerandi fyri, hvør endar ovast og niðast.

- Eg haldi at dysturin um topp-4 enn er í hásæti. Onki er avgjørt enn, sigur Sir Alex Ferguson.

Hann heldur áfram at siga, at tað sær út til at Arsenal og United hava hug at draga frá, men enn heldur Ferguson tað vera alt ov tíðliga at siga nakað um hvussu leikur fer at ganga.

 

Grant samdur við Ferguson

Chelsea tekur móti Aston Villa, og hetta kann lættliga gerast ein trupul dystur, tí Aston Villa hevur nógvar góðar og vandamiklar spælarar. Avrham Grant heldur eins og Alex Feguson, at tað onki er avgjørt enn, og at tað er sjaldsamt at sýggja fýra lið kappast um meistaraheitið. ? Hetta fer at gerast eitt ómetaliga spennandi ár.

 

Dystir í morgin:

 

Birmingham-Middlesbrough

Chelsea-Aston Villa

Derby-Liverpool

Everton-Bolton

Man City-Blackburn

Portsmouth-Arsenal

Sunderland-Man Utd

Tottenham-Fulham

West Ham-Reading

Wigan-Newcastle