Dystarskráin er útkomin

Dystarskráin fyri komandi kappingarárið í Premier League er júst kunngjørd

Fyri mangar føroyskarar fjepparar av ensku Premier League má tað kennast sum eitt slag av tómrúmi, tá ið kappingin endar í mei mánaði og liggur still fram til august. Nú kunnu Premier League-fjepparar tó gleða seg eyka nógv, tí at nú er dystarskráin fyri komandi kappingarárið blivin kunngjørd.

 

Merkisvert er, at kappingin byrjar longu longu 8. august, ið merkir, at kappingin byrjar eina viku fyrr, enn hon plagar. Orsøkin er, at enska fótbóltssambandið ynskir, at Premier League skal enda skjótast gjørligt, so at Roy Hodgson, enskur landsliðsvenjari, fær eina viku eyka at fyrireika sínar menn til EM-endaspælið komandi ár, sum verður leikt í Fraklandi. 

 

Síðsta leikumfar í Premier League verður leikt 15. mei, sum eisini merkir, at kappingin endar eina viku fyrr, enn hon plagar. Dystarskráin kann síggjast her.