Dystarendin og Flemming Raben (Rás2)

(Rás2) Flemming Raben, venjari hjá Kyndli heldur avgjørt, at verjan dróg sigurin heim í kvøld

Kyndilskvinnur vunnu sær ein fyrimun áðrenn onnur FM-finalan verður spæld í Vestmanna leygardagin klokkan 16.

 

Kyndil vann 19-16. Støðan í steðginum var javnleikur 10-10.

 

Kyndil – VÍF 19-16 (10-10)


Kyndil: Turið Arge 7, Marianna G. Eystberg 5, Bára K. Hansen 3, Bjarta O. Johansen 2, Súna K. Hansen 1, Anja Eliasen 1


VÍF: Liljan Djurhuus 8, Agnas Olsen 3, Durita C. Jojic 2, Kathe Frederiksen 2, Tóra Seloy 1

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 seinasta lítla minuttin tá Turið Arge Samuelsen skoraði til 19-16, og staðfesti sigurin hjá Kyndli. Hilmar Jan Hansen segði frá, og Bára K. Mortensen var viðmerkjari, og hon tók eisini samanum dystin.


2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Kyndli, Flemming Raben. 

 

Flemming Raben heldur, at sterka verjan hjá Kyndli átti sín stóra lut í, at Kyndil var omaná. Flemming Raben sigur seg ikki minnast ein dyst í ár, har VÍF bara hevur skotið 16 mál í einum dysti í hvonndeildini.


Flemming Raben undirstrikar tó, at VÍF er eitt gott lið, og talan verður um eina sera torføra uppgávu í Vestmanna leygardagin klokkan 16. 

 

Samrøðan Hilmar Jan Hansen gjørdi við Inga Olsen, høvuðsvenjara hjá VÍF hoyrist HER