Dýru fiskasløgini vorðin dýrari

Tað er ikki bara prísurin á toski og hýsu, sum hevur verið hægri higartil í ár enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Tað sama er galdandi fyri tvey av teimum dýru fiskasløgunum, havtasku og svartkalva. 

 

Teir báðar fyrstu mánaðirnar í ár seldi uppboðssølan hjá Fiskamarknaðinum gott 160 tons av havtasku. Søluvirðið var 5,3 milliónir krónur og meðalprísurin 32,83 krónur fyri kilo. 

 

Somu mánaðir í fjør seldi Fiskamarknaðurin 113 tons av havtasku fyri 3,3 milliónir krónur. Meðalprísurin tá var 29,20 krónur. 

 

Svartkalvaprísurin er iki hækkaður so nógv. Teir báðar fyrstu mánaðirnar í ár fóru 123 tons um uppboðssøluna á Toftum. Søluvirðið var 3,9 milliónir krónur og meðalprísurin 31,70 krónur. 

 

Somu mánaðir í 2013 seldi marknaðurin 160 tons av svartkalva fyri 4,8 milliónir krónur ella 30,00 krónur í meðal fyri kilo.