Megnar Leicester at halda fast um góðu gongdina í Premier League og púra óvæntað at vinna deildina, so gerst tað eftir øllum at døma ein dyggur smeitur hjá veddingarfyritøkunum.
Undan kappingarárinum var ymsastaðni odds 5001 at fáa upp á at Leicester fór at gerast meistari, og tað kann av álvara fara at merkjast hjá bretsku veddingarfyritøkuni Sky Bet.
Sandro Di Michele hjá Sky Bet váttar fyri Sky Sports, at um Leicester vinnur Premier League í ár, so verður undirskotið hjá teimum góðar 48 milliónir krónur upp á júst hetta tippið.
Hann avdúkar eisini, at ein kundi teirra undan kappingarárinum setti 40 pund upp á at Leicester verður meistari. Hann kann tískil vinna 200.000 pund, uml. 1,9 milliónir krónur.
Hvør vinnur Premier League? (Odds í løtuni á Unibet)
Leicester 3.00
Arsenal 3.20
Manchester City 4.40
Tottenham 5.50
Manchester United 41.00
Chelsea 501.00
West Ham 501.00
Liverpool 501.00