Siðsøguliga virðið, Tróndur í Gøtu hevur fyri Gøtu, skal varðveitast og dyrkast.Tað er endamálið við einum mentanarligum tiltaki, sum verður í gøtu í summar.
Tann 12. juli í ár eru tað 10 ár síðani at standmyndin av Tróndi í Gøtu varð avdúkað í Gøtu og hetta høvi ætlar ein bólkur av einstaklingum at brúka til at skipa fyri einum tiltaki, sum varpar ljós á tað søguliga virðið, hann hevur havt.
Tí verður skipað fyri einum mentanartiltaki hendan dagin í summar, tá ið G festivalurin eisini er í Gøtu. Ætlanin er at hava fleiri tiltøk hendan dagin, eitt nú er ætlanin at skipa fyri fólkafundi.
Hetta er eitt tiltak, kommunustýrið í Eysturkommunu tekur undir við og sostatt hevur samtykt at játta 40.000 krónur til tiltaki
– Hetta hugskotið kemur frá borgarum, sum taka stig til eitt tiltak, ið setur ljós á Eysturkommunu, og sigsøguliga virðið av Tróndi í Gøtu, sigur kommunustýri.