Dyrka meiri rúsevni

Nýggj tøl hjá ST vísa, at bøndur í Burma dyrka nógv meiri opium nú enn fyrr, og at framleiðslan er vaksin næstan 50 prosent síðani 2006. Í ár verða 31.000 hektarar av landbúnaðarjørðini brúktir til at dyrka opium á, og tað er 11 prosent størri vídd enn í fjør, sigur ST.

Sagt verður, at tað eru uppreistrarfelagsskapir í landnyrðingspartinum av landinum, sum standa fyri opiumsdyrkingini, og ST ivast ikki í, at pengarnir fyri rúsevnið verða brúktir til at keypa vápn fyri.

Í summar vóru harðir bardagar millum burmesiska herin og uppreistrarmenninar.